Uttanlands

Nýggj koronamet í Meksiko og Brasil

Talið av deyðum væl oman fyri túsund seinasta samdøgrið

Deyð verða jarðað í hópgrøvum í brasilska landslutinum Manaus (Mynd: EPA)

Deyð verða jarðað í hópgrøvum í brasilska landslutinum Manaus (Mynd: EPA)

2020-06-04 07:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð kom talið á deyðum við koronavirus í Meksiko í gjár upp um túsund. Tað upplýsti heilsumálaráði í landinum í nátt.

Seinasta samdøgrið skrásetti Meksiko 1.092 andlát, sum kundu setast í samband við koronasmittuna. Tað var meira enn ein tvífalding av talinum frá degnum frammanundan.

Hugo López-Gatell Ramírez frá meksikanska heilsumálaráðnum sigur, at stóri vøksturin kemur av, at nøkur av andlátunum, ið vórðu skrásett mikudagin, hendu tvær vikur frammanundan, skrivar AFP tíðindastovan.

Nú er talið av deyðum við korona í Meksiko komið upp á 11.729 og talið av smittaðum á 101.238, vístu seinastu hagtølini frá John Hopkins University í nátt.

Eisini í Brasil var eitt keðiligt met sett í gjár.

Landið skrásetti hægsta tal av deyðum annan dag á rað. Seinasta samdøgrið vórðu 1.349 andlát í Brasilia sett í samband við koronavirus, vísa hagtøl frá brasilska heilsumálaráðnum, sambært Ritzau.

32.548 eru nú deyð í Brasil við koronavirus, og 584.016 fólk eru smittað.

Í hemshøpi er tað nú bara USA, sum hevur fleiri smittað enn Brasil.

Serfrøðingar halda, at brasilska talið helst er nógv størri, tí tað ikki verða gjørdar so nógvar royndir í landinum við 210 milliónum íbúgvum, skrivar Ritzau.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder