Eftir at ein nýggj mutatión av koronavirusinum er byrjað at gera um seg í Stórabretlandi, hava fýra ES lond steðgað allari flúgving úr Stórabretlandi.
Talan er um Belgia, Holland, Italia og Eysturríki.
Innferðarforboðið í Belgia kemur í gildi á midnátt og er galdandi fyri bæði flogfør og tok í í minsta lagi eitt samdøgur.
Hollendska stjórnin setti innferðarforboð í gildi frá í dag og fram til 1. januar. Hetta er í løtuni bert galdandi fyri flúgvingina, men støða er enn ikki tikin til, um forboðið skal verða galdandi fyri aðrar flutningsleiðir eisini.
Ógreitt er, nær forboðið kemur í gildi í Italia og Eysturríki, men sambært bretskum miðlum verður umhugsað at seta forboð í verk í Fraklandi og Týsklandi eisini.
Sambært Ritzau hava myndugleikarnir í Stórabretlandi skrásett eina nýggja mutatión av koronavirusinum, sum verður nevnt N501Y. Hetta smittar upp til 70 ferðir meira enn vanliga slagið av virusinum.
Í farnu viku vóru 62 prosent av teimum, sum fingu staðfest korona í London, smittað við nýggja slagnum. Fyri einum mánað síðani var talan um ein fjórðing.
Orsakað av nýggju mutatiónini, hevur bretska stjórnin sett nýggj tiltøk í verk, sum hava við sær, at nógv ikki sleppa heim til sína familju at halda jól.
Í løtuni verður arbeitt við at finna útav, um nýggja mutatiónin er meira deyðilig enn hin.
Sambært Statens Serum Institut er nýggja mutatiónin sæð níggju ferðir í Danmark, men einki bendir tó á, at hon er meira álvarsom enn aðrar mutatiónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald