Innanlands

Nýggj koronutilmæli frá landsstýrinum - eru galdandi tíggju dagar fram

Stór tiltøk eiga at verða útsett, ítróttur skal helst vera uttan áskoðarar, skúlar, dagstovnar og frítíðarvriksemi hjá ungum skulu lata aftur/steðgast um smitta ger um seg, náttarlívið eigur at lata aftur, og koronulinjan letur upp aftur. Hetta eru nakrar av avmarkingunum, sum nu eru komnar í gildi - kanningar við landamørkini byrja møguliga aftur áðrenn 15. november

Hesi tilmælini hjá landsstýrinum eru tey fyrstu, sum eru komin í fleiri mánaðir. Tey eru sett í verk fyri at tálma høga smittutrýstinum, sum hevur verið seinastu tíðina og byggja á niðurstøður hjá Farsóttarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)

Hesi tilmælini hjá landsstýrinum eru tey fyrstu, sum eru komin í fleiri mánaðir. Tey eru sett í verk fyri at tálma høga smittutrýstinum, sum hevur verið seinastu tíðina og byggja á niðurstøður hjá Farsóttarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-03 11:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava lært gjøgnum hesa koronatíðina, at støðan broytist alla tíðina. Og tað síggja vit eisini nú. Tíverri sær út til, at høga smittutrýstið seinastu vikuna heldur fram. Verandi tiltøk hava ikki munað nóg væl. Tí mugu vit gera ein vørr, og fáa tamarhald á smittuni nú.

Hetta sigur løgmaður í tíðindaskrivi, sum er komið út fyri lítlari løtu síðani. Har verður boðað frá, at landsstýrið nú setur avmarkingar í verk fyri at tálma smittutrýstinum. 

  • Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.
  • Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.
  • Skúlar og dagstovnar, har smittan ger um seg, eiga at lata aftur. Ráðgevandi nevndin innan skúla- og dagstovnaøkið tekur saman við Landslæknanum støðu í hvørjum einstøkum føri.
  • Frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum eigur at steðga, har smittan ger um seg.
  • Náttarlívið eigur at lata aftur. Hetta er tó ikki galdandi fyri matstovur.
  • Øll eiga framvegis at kanna seg annan dagin eftir komu.
  • Koronalinjan letur upp aftur í morgin.
  • Hildið verður fram við at kanna og smittuspora.

Tilmælini eru galdandi í tíggju dagar. Frá í dag, mikudag 3. november, til og við fríggjadagin tann 12. november.

Farsóttarnevndin fer frameftir at krevja koronakanning við markið til øll, sum ikki kunnu vísa koronapass. Tað vil siga, at persónar, sum ikki eru fult koppsettir ella hava eina galdandi koronatest, sum ikki er eldri enn 72 tímar, skulu kannast við markið. Tey sum eru koppsett, hava havt koronu (hava antistoftest) ella kunnu vísa eitt nýligt negativt svar, nýtast ikki.

Les eisini: Landsstýrið vildi ikki gera mun á fólki - farsóttarnevndin tekur sakina í egnar hendur 

Hetta verður galdandi frá 15. november. Landsstýrið fer tó at heita á Farsóttarnevndina um at framskunda kanningarnar við markið.

Tilmælini frá landsstýrinum byggja á niðurstøður hjá Farsóttarnevndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder