
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur móttikið bræv frá kinesiska myndugleikanum (GACC – General Administration of Customs of China) um fleiri krøv í sambandi við útflutning av føroyskum fiskavørum til Kina.
Virkir og skip, sum útflyta til Kina, eru á einum góðkendum lista – kinalistanum. Nú skulu eisini rávøruveitarar og landingarmiðstøðir á kinalistan. Øll á listanum skulu upplýsa árliga framleiðslunøgd, og hvussu nógv av hesari er útflutt til kinesiska marknaðin.
Kinesisku myndugleikarnir krevja, at nýggj heilsuváttan skal setast í verk innan 1. januar 2021. Henda váttar, at virkir og skip fyribyrgja, at fiskavørur ella pakningur er dálkað við korona. Um virkir keypa fisk frá útlendskum skipum, skulu eisini hesi skip vera góðkend í Kina.
Virkir og skip, sum ynskja heilsuváttan til Kina, skulu fylgja vegleiðing frá FAO/WHO "Covid-19 and food safety: guidance for food buisnesses" dagfest 7. apríl 2020, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir við at dagføra kinalistan og heilsuváttan til Kina, men enn er hetta ikki endaliga góðkent av kinesiska myndugleikanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald