
Á móttøku í Tinganesi seinnapartin tilnevndi Aksel V. Johannesen, løgmaður, nýggju landsstýrisfólkini eftir landsstýrisrokaduna hjá Tjóðveldi, sum inniber, at bæði Dennis Holm og Høgni Hoydal taka sætil á løgtingi.
Sirið Stenberg, ið hevur verið landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, er nú landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum.
Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, er tilnevndur sum nýggjur landsstýrismaður við almanna- og mentamálum.
Jóhan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Eysturkommunu, er tilnevndur sum nýggjur landsstýrismaður við fiskivinnu- og samferðslumálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald