- Í skrivandi stund verða gomlu ljósarmaturini í Ítróttarhøllini í Trongisvági skift. Hesi hava hingið uppi, líka síðan ítróttarhøllin kom. Í sínari tíð hava hesi verið dygdargóð ljósarmatur, men í dag finnast fleiri orkuvinarligari loysnir, ið eisini krevja minni viðlíkahald.
Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari í dag.
Ítróttarhøllin kom fyrst í 1980'unum, og síðani hava somu ljós verið. Nú er tíðin tíl at skifta.
Tað er Bærendsen Teknik, sum í samstarvi við teknisku deild hjá kommununi, tekur gomlu armaturini niður og skal heingja tey nýggju upp. Har tað er hægst, hanga armaturini í 12 metra hædd, og tí verður lyfta nýtt til endamálið.
Nýggju ljósini í Trongisvági vera heilt øðrvísi.
- Nú verður farið yvir til orkuvinarlig LED-ljós, ið mett verður fara at kosta helvtina minni í streymnýtslu, og samstundis bøta munandi um ljósgóðskuna inni í høllini. Ljósstyrkin kann regulerast, og ljósini eru eisini soleiðis innstillaði, at um eingin rørsla er inni í høllini, so slókna tey av sær sjálvum. Hetta kemur eisini at hava eina sparing við sær.
Groth Electric kemur at standa fyri arbeiðinum at gera ljósstýringina. Mett verður, at arbeiðið verður liðugt í komandi viku, skrivar tvk.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald