Fríggjadagin varð ein nýggj lóg samtykt í amerikanska statinum Florida, sum loyvir republikanska guvernørinum, Ron DeSantis at stilla upp til forsetavalið uttan at leggja guvernørembætið frá sær.
Á miðskeiðsvalinum í november vann 44 ára gamli DeSantis ein knúsandi sigur, og síðani hava fleiri mett, at hann verður størsti mótstøðumaðurin hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, um hann avger at bjóða seg fram á forsetavalinum.
DeSantis hevur tó enn ikki boðað frá, um hann fer at stilla upp, men hetta fer hann væntandi at kunngera skjótt, skrivar miðilin Politico.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald