Innanlands

Nýggj móttøka í Páls Høll

Seinastu vikurnar hava arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu og øðrum fyritøkum arbeitt í Páls Høll. Talan er um størri dagføringar í inngongdini í stovuhæddini og á fyrstu hædd

2022-11-13 14:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs kommuna: Í sambandi við, at Styrki Fitness flytir inn á fyrstu hædd í Páls Høll, so er nýggj móttøka gjørd í stovuhæddini.

Seinastu vikurnar hava arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu og øðrum fyritøkum arbeitt í Páls Høll. Talan er um størri dagføringar í inngongdini í stovuhæddini og á fyrstu hædd.

Í stovuhæddini, har inngongdin til Páls Høll er, eru veggirnir málaðir og panelir koyrd á veggirnir. Ein nýggjur kunningarskíggi er komin, og móttøkan hjá Páls Høll er flutt frá fyrstu hædd og niður í stovuhæddina. Sostatt koma vitjandi at avgreiða síni viðurskiftir í stovuhæddini, áðrenn farið verður í umklæðingarrúmini. Eisini er eitt dagført kaféøkið gjørt í móttøkuni, har vitjandi kunnu keypa ís, vatn og kaffi.

Á fyrstu hædd er, sum kunnugt, venjingarmiðstøðin Styrki Fitness flutt inn. Hølini á fyrstu hædd eru málað, veggir eru fluttir, og aðrar dagføringar eru gjørdar. Umframt dagføringar á hølið, so kemur Styrki Fitness við nýggjari venjingarútgerð.

Sí eisini: Nýggj venjingarmiðstøð í Vági

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder