
Leygardagin 22. februar hevði Fysioterapeutfelag Føroya aðalfund á Hotel Hafnia. Á nevndarvalinum stóðu fýra nevndarlimir fyri vali, og tvey teirra vórðu afturvald.
Ingibjørg Matras og Niklas Reginsson vórðu afturvald í nevndina, meðan Annika O. Sørensen og Durita Rouch vórðu nývaldar.
Ingunn Hansen og Sólfríð Skoradal stóðu eisini fyri vali, men valdu at takka fyri seg á hesum sinni. Ingunn hevur sitið sum skrivari í felagnum tey síðstu níggju árini, og Sólfríð sat sum forkvinna eitt tíðarskeið.
Tey, sum manna nevndina í Fysioterapeutfelag Føroya í løtuni eru Augusta Mikkelsen, Hjørleif Niclasen, Finngerð Jensen, Ingibjørg Matras, Niklas Reginsson, Annika O. Sørensen og Durita Rouch. Harumframt eru Sólfríð Skoradal og Katrin Jacobæus tiltakslimir.
Á komandi nevndarfundi fer nevndin at skipa seg, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald