2021-02-19 14:47

Á eykaaðalfundi í SEV fríggjadagin varð nevndin mannað av nýggjum.
Kommunurnar í Føroyum eiga SEV, og eru tað tí umboð fyri kommunurnar, sum manna nevndina í elfelagnum. Nevndin situr í fýra ár, og verður hon mannað av nýggjum eftir hvørt kommunuval.
Tey, sum vórðu vald í nevndina, vórðu hesi:
- Kári Johansen, Tórshavn
- Sune Jacobsen, Vágar
- Sonni L. Petsern, Eysturoy
- Oddmar á Lakjuni, Norðoyggjar
- Poul Klementsen, Sandoy
- Haraldur S. Hammer, Norðstreymoy
- Niclas Hentze, Suðuroy
Varalimir:
- Terje B. Vestergaard, Eysturoy
- Tróndur Sigurðsson, Tórshavn
- Jens Gaardlykke, Vágar
- Atli S. Justinussen, Norðoyggjar
- Hallmar Winther, Sandoy
- Arnbjørn í Smiðjuni, Suðuroy
- Trúgvi Kalsoy, Norðstreymoy
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Kári Johansen er formaður og Haraldur S. Hammer er næstformaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald