Innanlands

Nýggj nevnd vald í Framsøkin Ung

Leygardagin var árligi aðalfundurin hjá Framsøkin Ung, har nýggj nevnd varð vald

2019-10-01 15:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 28. september var árligi aðalfundurin hjá Framsøkin Ung, har nýggj nevnd varð vald. Á fyrsta nevndarfundi hevur nevndin skipað seg, og sær hon soleiðis út:

Teitur Vestergaard Jakobsen, formaður

William Bærentsen, næstformaður

Jógvan Fríði Tróndarson, kassameistari

Rúna Kass Joensen, skrivari

Kristian Clementsen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru:

Aleksandur L. Olsen

Kristianna Tórheðinsdóttir

[object Object]
Frá vinstru: Rúna Kass Joensen, Kristian Clementsen, William Bærentsen, Teitur Vestergaard Jakobsen, Jógvan Fríði Tróndarson, Aleksandur L. Olsen, Kristianna Tórheðinsdóttir

Nýggja nevndin vil fegin takka fyri sýnda álit, og fer beint til verka. 

Komandi tíðin er alt avgerandi fyri Føroya framtíð og ikki minst fyri ungdómin í Føroyum. 

Vit eru við eitt vegamót, har konservativu kreftirnar vilja gera Føroyar til eitt afturlatið og snævurskygd samfelag. 

Vit í Framsøkin Ung vilja, at tú skalt kunna liva títt lív eftir tínum egnum hugsjónum, har øll hava somu atgongd til tilfeingi at troyta.

Í Framsøkin Ung vilja vit gera alt, fyri at varðveita eitt rúmligt samfelag.

- Framsøkin Ung

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder