Á fundi 30. januar bleiv nýggj nevnd skipað í Huxa, ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum.
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
- Formaður: Rúni Hammer
- Næstformaður: Fríði Leitisskarð
- Kassameistari: Olaf Olsen Sundstein
- Skrivari: Jessica Cazabon Celibashi
- Nevndarlimur: Rógvi Hvidbro
- Tiltakslimur: Askur Eyðunsson
- Tiltakslimur: Rói Johannesen
Tríggir av teimum, sum hava sitið í nevndini seinasta árið, hava eftir drúgva tænastu valt, at geva stafettina víðari, til næsta ættarlið av borgarligum ungdómi. Tey eru Maria Müller, Eyðstein Zachariasen og Oddur Norðberg, sum í fleiri ár hava myndað ein stóran part av nevnd felagsins, skrivar Huxa í tíðindaskrivi.
Ungmannafelagið leggur afturat, at seinasta árið hevur verið sera hendingarríkt, tí heili tríggjir limir hjá Huxa valdu at stilla upp til kommunuvalið, og samanlagt fingu hesir limirnir 348 akvøður, sum er ótrúliga flott.
Talan var um Eyðstein Zachariasen, sum stillaði upp í Sunda kommunu, og Jessicu Cazabon Celibashi og Rúna Hammer, sum stillaðu upp í Tórshavanr kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald