
Ein nýggj ognarmeklarafyritøka er sett á stovn. Sp/f Skift er eitt óheft og skrásett ognarmeklarafelag, sum veitir tænastur innan keyp og sølu av fastognum – bæði til privatar- og vinnuognir.
Við denti á dygdargóða ráðgeving og gjøgnumskygni, bjóðar Skift eina heildartænastu til bæði keyparar og seljarar. Fyritøkan veitir m.a. vegleiðing í sambandi við keyp og sølu, upplýsingar um húsaskoðan og ognarskiftistrygging, umframt virðismeting av fastognum, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Aftanfyri Skift stendur Jákup Andrias Hansen, ið er skrásettur og útbúgvin ognarmeklari við fleiri ára royndum innan keyp og sølu av fastogn. Erling Fles er eisini partaeigari í felagnum.
- Vit síggja eitt vaksandi ynski á óheftari ognarmekling í Føroyum. Við Skift ynskja vit at tryggja, at bæði keyparar og seljarar fáa eina dygdargóða og trygga uppliving gjøgnum alla sølu- og keypsgongdina, sigur Jákup Andrias Hansen, stovnari av Skift.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald