Mentan

Nýggj ókend upptøka við Freddie Mercury

Syngur ”Time waits for Nobody” einsamallur við klaveri – upptøkan var burturgloymd í fleiri ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-06-20 11:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein higartil ókend upptøka av Freddie Mercury er í dag slept leys, og er at hoyra á miðlum sum Spotify og YouTube.

Talan er um eina upptøku frá 1986 av heitislagnum til ein musical sum varð framførdur í London. Á plátuni, sum varð givin út í samband við musicalin sang Freddie Mercury heitissangin, men hann var ikki við í pallframførsluni. Tað var Cliff Richard hinvegin. Cliff Richard spældi og sang høvuðsleiklutin.

Talan er um musicalin ”Time” hjá bretska tónasmiðinum Dave Clark. Talan er um sama Dave Clark, sum legði navn til tann einaferð so vælumtókta bólkin Dave Clark Five.

Á plátuni sang Freddie Mercury heitislagið ”Time waits for nobody” í eini útgávu, har hann varð stuðlaður av óvanliga nógvum røddum tiknar upp á eitt stórt tal av ljóðsporum.

Útgávan, sum í dag er slept er ein upptøka, har Freddie Mercury sang einsamallur saman við einum klaveri. Upptøkan, sum varðgjørd í kenda Abbey Road upptøkuhølunum, hevur í fleiri ár verið burturgoymd.

Men í 2017 fann Dave Clafk upptøkuna aftur, og ljóðið á bandinum er reinsað, so at røddi hjá Freddie og klaverspælið hjá Mike Moran er reint. Síðan er ein video gjørd burtur úr upptøkurnum, sum vórðu gjørdar tá.

Sjálvur heldur Dave Clark, at talan er um eina ”magiska framførslu, sum gevur mær gásarhold enn tann dagin í dag, eins og tá eg fyrstu ferð hoyrdi hana”, skrivar BBC.

Time var ein stórsligin framtíðarmusical, har Cliff Richard spældi ein rokkstjørna, sum skuldi tala Jarðarinnar søk, í einum máli har okkara gongustjørna varð drigin fyri galaktiska hægstarætt.

Sir Laurence Olivier spældi ”the Ultimate Word in Truth”, og varð vístur sum ein holografisk uppvørpa í leikinum, sum gekk í tvey ár, hóast ummælini ikki vóru so góð.

Dave Clark og Freddie Mercury hittust fyrstu ferð á eini Queen-koncert í London í 1976 og vóru vinmenn til Mercury doyði av eyðkvæmi 24. november 1991. Dave Clark hevði avloyst vinkonuna, Mary Austin, við sjúkraseingina, tá Freddie Mercury knappliga doyði, og var sostatt einasti persónur, sum var til staðar, tá Freddie Mercury dró seinasta andan.

- Læknin hevði júst verið á vitjan ein tíma frammanundan, og hevði sagt, at Freddie hevði nakrar dagar eftir at liva, so vit roknaðu ikki við, at hann fór at doyggja so bráddliga, greiddi Dave Clark frá í eini samrøðu við Daily Mail í 20111.  

Upprunaliga sjónbandaútgávan av "Time" sæst her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder