Innanlands

Nýggj økiskort til ferðavinnuna

Kortini kunna ferðafólk um áhugaverd støð og hevur upplýsing um bygdagøturnar í økinum 

Suðuroyarkortið er komið upp á 5. dekki umborð á Smyrli

Suðuroyarkortið er komið upp á 5. dekki umborð á Smyrli

2022-03-02 18:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Visit Faroe Islands hevur í tøttum samstarvi við kunningarstovurnar framleitt tvey nýggj økiskort til ferðavinnuna, eitt av Suðuroynni og eitt av Vágum. Endamálið við kortunum er at geva vitjandi eitt gott yvirlit yvir tað, sum ymsu økini hava at bjóða, og at kunna um viðkomandi viðurskifti, m.a. trygd í samband við gongutúrar. 

Kortini eyðmerkja sjey útvald støð, ið eru nærri lýst við mynd og teksti á baksíðuni, umframt hentleikar og onnur áhugaverd støð, ið eru verd at vitja í økinum. Kortið eyðmerkir eisini týdningarmikil staðarnøvn og bygdagøturnar í økinum.

Kortini taka støði í sama samleika sum skelti, faldarar og annað tilfar, ið Visit Faroe Islands framleiðir. Eisini gongur sama kunning aftur um m.a. rættan atburð. Yvirskipaða endamálið er at tryggja eina samanhangandi og greiða kunning til øll ferðandi, ið koma til landið. Kortini eru sostatt liður í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna. 

Økiskortini hóska eisini væl sum veggjaprýði. Umborð á Smyrli prýðir vakra Suðuroyggin nú veggir á dekki 5, har til ber at taka sær eitt suðuroyarkort við sær, so ferðafólk kunnu nýta tíðina umborð á Smyrli til at fyrireika seg til vitjanina í Suðuroy. 

Í løtuni verður arbeitt við at gera kort av Eysturoynni, Sandoynni og Norðoyggjum eisini, so skjótt vera øll øki í landinum umboðað við egnum økiskorti.

Kortini verða at finna á kunningarstovum, farstøð, flogvølli og øðrum knútapunktum, har nógv ferðandi vitja. Til ber at ogna sær kortini við at venda sær til Visit Faroe Islands ella avvarðandi kunningarstovu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder