Innanlands

Nýggj ráðgevandi nevnd fyri altjóða menningarsamstarv sett

Ein nýggj ráðgevandi nevnd fyri altjóða menningarsamstarv sett. Nevndin hevur til endamáls at ráðgeva landsstýrisfólkinum í at útluta stuðulsjáttan til menningarverkætlanir í altjóða høpi

2024-04-22 15:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ráðgevandi nevndin verður sambært løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv tilnevnd fyri fýra ára skeið og hevur til endamáls at ráðgeva landsstýrisfólkinum í at útluta stuðulsjáttan til menningarverkætlanir í altjóða høpi.

Nevndarlimirnir vórðu tilnevndir við atliti til javnstøðupolitikkin hjá landsstýrinum um javnstøðu tvørtur um kyn og aldur og við støði í fakligum ymiskleika, sum fevnir um teir geirar, ið oftast eru karmur um umsóknir til landsstýrið. Fakligu tilknýtini hjá nevndarlimunum fevna tískil um útbúgving, fiski- og alivinnu, vernd og minnilutabólkar, fólkaheilsu og tilknýti til føroyskar hjálparfelagsskapir.

Nevndin skipaði seg soleiðis á fyrsta nevndarfundinum 17. apríl 2024:

  • Ann Hermansdóttir, næmingaprestur, forkvinna
  • Óli P. Wolles, útbúgvingarleiðari og vararektari á Miðnámi á Kambsdali, næstformaður
  • Ingvard Fjallstein, fólkapensjonistur og fyrrverandi ráðgevi á Umhvørvisstovuni, nevndarlimur
  • Monika Mohr, fulltrúi í Fólkaheilsustýrinum, nevndarlimur
  • Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyar, nevndarlimur

Løgmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder