Mentan

Nýggj "Ringanna Harri"-røð hjá Amazon tøk í september komandi ár

Røðin, sum tekur støði í fantasybókunum hjá J.R.R. Tolkien, kann gerast dýrasta sendirøðin nakrantíð – 2. september 2022 verður hon tøk á stroymingartænastuni hjá Amazon

2021-08-03 17:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin boðaði Amazon frá, at nýggja sendirøðin, sum tekur støði í bøkurnar hjá J.R.R. Tolkien um Ringanna Harra, verður at síggja á stroymingartænastuni hjá Amazon, Prime Video, í september komandi ár.

Í vár frættist annars, at røðin fór at verða tøk longu í hesum árinum, men boðað verður nú frá, at dagfestingin er 2. september 2022.

Upptøkurnar til fyrstu sesong eru júst lidnar, og Amazon vónar, at nýggja fantasyrøðin, sum enn ikki hevur fingið nakað heiti, fer at gerast líka vælumtókt sum "Game of Thrones" hjá HBO. Eisini er vónin, at røðin kann geva Amazon ein fyrimun í kappingini móti øðrum stroymingartænastum sum Netflix og Disney+.

Eins og vælumtókta filmsrøðin hjá Peter Jackson, sum kom út fyri 20 árum síðani, er nýggja sendirøðin tikin upp í Nýsælandi. Nýggja røðin gongur tó fyri seg fleiri túsund ár áðrenn hendingarnar í "Hobbin" og "Ringanna Harri".

Amazon keypti rættindini til fantasyheimin hjá Tolkien í 2017 fyri uml. 250 mió. dollarar. Framleiðslan av fyrstu sesongini hevur kostað 465 mió. dollarar, og liggur kostnaðurin væl omanfyri tað, sum tað kostaði at framleiða eina sesong av "Game of Thrones".

B.T. skrivar, at ætlanin er at gera tilsamans fimm sesongir av nýggju røðini, og kann røðin hjá Amazon verða tann fyrsta sendirøðin, sum fer at kosta omanfyri eina mia. dollarar at framleiða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder