Tað hendir javnan, at felagið SpaceX hjá ríkmanninum Elon Musk, sendir rakettir út í rúmdina – bæði mannaðar og ómannaðar, og sum oftast við fylgisveinum í túsundatali umborð.
Men so eru tað tær útskjótingarnar, sum ikki eru so vanligar. Og nú fríggjadagin 17. november verður eftir ætlan gjørd ein nýggj roynd at senda rakettina Starship út í rúmdina. Hon verður send út oman á rakettini Super Heavy, heimsins størstu rakett.
Tað eru nú gingnir sjey mánaðir síðani fyrsta royndin varð gjørd, og hon miseydnaðist. Seks av teimum 33 rakettmotorunum riggaðu ikki.
Stutt eftir útskjótingina hendi ein spreinging í rakettini, verkfrøðingarnir mistu tamarhaldið á stýringini, og rakettin endaði sínar dagar í einum stórum eldhavi onkra staðni uppi yvir Texas.
Tí verður nú bíðað í spenningi eftir, hvussu onnur royndin fer at eydnast.
Starship er ein umfatandi rakettætlan, sum Elon Musk setti í gongd longu í 2002. Frá byrjan av var málið at kunna brúka rakettina til at senda fólk út á Mars.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at brúka raketina til at senda fólk upp á Mánan. Har hava fólk ikki gingið síðan 1972.
Tá tað einaferð verður klárt at gera royndina at flúgva fólk út á Mars, er ætlain, at fleiri rúmdarfør skulu sendast í ringrás um jørðina, og hesi skulu lastast við brennievni, sum síðan skulu fyllast umborð á rakettina, sum skal flúgva víðari út til Mars.
Onnur ómannaða útskjótingarroyndin fríggjadagin skal vísa, um tey brek, sum vóru á fyrstu rakettini eru rættað, og um sjálvt rúmdarskipið – ovasti partur av rakettini – kann loysast og senda víðari út.
Elon Musk hevur sjálvur boðað frá útskjótingini fríggjadagin. Men miðilin Bloomberg skrivar, at øll loyvi til útskjótingina ikki eru komin upp á pláss enn. Eitt nú neyðuga umhvørvisgóðkenningin, ið skal gevast, tí fyrsta royndin elvdi til stóran skaða á umhvørvið rundan um rakettútskjótingarstøðina í Boca Chica, sum liggur út móti Meksikoflógvanum allar sunnast í Texas, nærhendis markið til Meksiko.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald