Naleraq er ikki longur partur av grønlendsku landsstýrissamgonguni. Inuit Ataqatigiit við landsstýrisformanninum Múte B. Egede á odda, hevur skipað nýggja samgongu við Siumut í staðin.
Á tíðindafundi í dag løgdu samgonguflokkarnir fram nýggja samgonguavtalu.
IA og Naleraq fóru longur og longur burtur frá hvørjumøðrum reint politiskt, segði Múte B. Egede, sum takkaði Naleraq fyri samstarvið.
Nýggja samgongan hevur nú greiðan meiriluta í grønlendska landstinginum, Inatsisartut. Tilsamans hava IA og Siumut 22 av 31 sessum í tinginum.
Nýggja samgonguavtalan hevur fingið heitið "Fyri landið og fólkið", og inniber hon m.a., at arbeiðast skal fyri meira frælsi til fólkið, færri arbeiðsleys og betri kor fyri pensjónistar. Ein ferðavinnulóg skal gerast, og arbeiðið fram móti sjálvsræði heldur fram, skrivar Sermitsiaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald