Innanlands

Nýggj samstarvsavtala millum Norðurlanda- og Útnorðurráðið

Útnorðurráðið hevur sett sjóneykuna á grøna skiftið

Bertel Haarder, forseti í Norðurlandaráðnum, og Pipaluk Lynge-Rasmussen, forkvinna í Útnorðurráðnum

Bertel Haarder, forseti í Norðurlandaráðnum, og Pipaluk Lynge-Rasmussen, forkvinna í Útnorðurráðnum

2021-11-03 13:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forfólkini í Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum skrivaðu í gjár undir nýggja samstarvsavtalu millum ráðini.

Hetta hendi í sambandi við ársfundin í Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn.

Talan var um at endurnýggja galdandi samstarvsavtalu frá 2006.

Baggrundin fyri at dagføra samstarvsavtaluna er eitt ynski um eitt breiðari og enn sterkari samstarv millum Úrnorðurráðið og Norðurlandaráðið um viðkomai økir, stendur í felags síðindaskrivi.

- Nýggja avtalan  staðfestir okkara góða samstarv, og fer vónandi at føra til enn sterkari sambond millum ráðini, sigur Pipaluk Lynge-Rasmussen, forkvinna í Útnorðurráðnum.

Formansskapurin í Útnorðurráðnum er hesa vikuna við á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn, har tey millum annað hava verið á fundi við norðurlendsku samstarvsráðharrarnar og við formansskapin í Norðurlandaráðnum

Pipaluk Lynge-Rasmussen helt røðu í Norðurlandaráðnum, har hon nevndi tæð tøttu og góðu sambondini við Norðurlandaráðið. Hon legði dent á hvussu stóran týdning tað hevur at fáa eitt avgerandi og framsøkið úrslit á COP 26-veðurlagstoppfundinum í Glasgow. Hon greiddi frá, at Útnorðurráðið hevur sett sjóneykuna á veðurlagsavrik og grønt skifti henda veturin, og hon bjóðaði limunum í Norðurlandaráðnum til ráðstevnuna hjá Útnorðurráðnum um júst hetta evni í januar 2022 í Akureyri.

Ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum endar í morgin. 

[object Object]
Formansskapurin fyri Útnorðurráðið í Fólkatingssalinum. Frá vinstru Bryndís Haraldsdóttir, Edva Jacobsen og Pipaluk Lynge-Rasmussen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder