Mentan

Nýggj samstarvsavtala um Listaleypin undirskrivað

Fríggjadagin skrivaðu Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Norðurlandahúsið undir nýggja samstarvsavtalu um Listaleypin, sum á hvørjum ári ber list út til skúlar í Føroyum – Komandi skúlaár eru 16 tilboð at velja ímillum

2021-05-29 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 28. mai skrivaðu Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Norðurlandahúsið undir nýggja samstarvsavtalu um Listaleypin.

Listaleypurin ber list út á skúlar í Føroyum fyri at kveikja forvitnið hjá næmingunum og teirra vitan og fatan fyri listarligum arbeiði. Listaleypurin er hvørt ár fyltur við einum hópi av framførlsum, dagsverkstovum og longri verkstovum, sum skúlarnir kunnu velja ímillum. Komandi skúlaár hava skúlarnir ikki færri enn 16 tilboð at velja ímillum.

Listaleypurin er eitt samstarv millum Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Kommunufelagið, Norðurlandahúsið og Listafólkasamband Føroya (LISA), sum nú hevur virkað í 13 ár.

Samstarvspartarnir ynskja við hesi samstarvavtalu um Listaleypin framhaldandi at kunna bjóða skúlunum fjølbroytt listar- og mentanarlig átøk og soleiðis virka fyri at menna arbeiðið, sum verður gjørt fyri at stimbra áhugan og menna førleikan hjá børnum og ungum innan listarligt virksemi, skriva partarnir í tíðindaskrivi.

– List og mentan hava ein týðandi leiklut í lívi okkara. Hugsið bara um, hvønn dám sangur, tónleikur, málningar og sjónleikur seta á tilveruna. Listin víðkar sjónarringin, nemur við kenslur okkara og fær okkum ofta at varnast ósæddar streingir. Eg fegnist tí um, at vit við hesi samstarvsavtalu um Listaleypin kunnu bjóða børnum og ungdómi okkara fjølttað listarlig tilboð sum part av undirvísingini, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

Eisini kommunurnar fegnast um longda samstarvið, sigur Heðin Morten, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og formaður í stýrinum hjá Kommunufelagnum.

– Tað eru kommunurnar, sum fyrst og fremst vara av okkara ungu borgarum, og tað er umráðandi, at vit sum kommunur eisini geva okkara ungdómi góðar sømdir at fáa listarligar upplivingar. Eisini úr okkara grannalondum, haðani børnini og tey ungu fáa høvi til at síggja leiklist, tónleik og sjónleik, sigur hann.

– Norðurlandahúsið ynskir, at øll børn og ung í Føroyum skulu fáa møguleikan at hitta professionella list og listaúttryk, óansæð hvar tey búgva, ella hvørji tey eru, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder