
Í gjár var ein nýggj samstarvsavtala um vinnuferðavinnu undirskrivað, millum Tórshavnar Kommunu, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands.
Nýggja avtalan byggir víðari á ta undanfarnu, sum varð undirskrivað í 2019, tá partarnir samdust um at skipa samstarv við tí endamáli at økja um vinnuferðavinnu í Havn og í Føroyum.
Vinnuferðavinna er føroyska heitið fyri MICE-ferðavinnu: M merkir Meetings (fundir), I merkir Incentives (virkisferðir), C merkir Conferences (ráðstevnur), og E merkir Events (Tiltøk innan ítrótt, tónleik o.a.).
Endamálið við hesum samstarvinum er enn, sum áður, í samstarvi við vinnuna, at fáa fleiri ferðavinnutiltøk til Føroyar, og til Tórshavnar kommunu. Ein vinnuferðavinnudeild er skipað, sum tekur sær av at selja Føroyar og Havnina sum vinnuferðamál, og samstarva partarnir um hesa felags skrivstovu, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.
Nýggja avtalan tekur við 1. januar 2022, tá undanfarna avtalan fer úr gildi. Lagt er upp til, at ein strategi skal gerast í 2022 við málum og lutamálum fram til 2030.
Savnaða játtanin er fýra milliónir krónur um árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald