Innanlands

Nýggj semja gjørd viðvíkjandi barnatannlæknum

Avtalan er afturvirkandi til síðst í oktober - lønarhækkingin kemur upp ímóti fimm prosentum seinni í ár

Semja er gjørd millum KAF og Dansk Tandlægeforening fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2022 til 1. oktober 2025

Semja er gjørd millum KAF og Dansk Tandlægeforening fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2022 til 1. oktober 2025

2024-02-14 14:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Semja er gjørd við Dansk Tandlægeforening fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2022 til 1. oktober 2025.

Hesum boðar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá fyrrapartin.

Av tí at tað er ein semja, sum eitur frá oktober 2022, so eru lønarhækkingarnar afturvirkandi eisini.

Tær eita soleiðis: 1. oktober 2022 er hækkingin 3,8 prosent, frá 1. oktober 2023 er hækkingin 4,2 prosent, og frá 1. oktober í 2024 verður hon 4,75 prosent.

Sáttmálin fatar um skúlatannlæknarnar - barnatarnlæknar. Teir eru eru undir Dansk Tandlægeforening, ið hevur verið til samráðingar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Nýggj áseting er í § 17 um barsil, umframt at avtala um tiltøk, ið kunnu stuðla undir ein virknan starvsfólkapolitikk á kommunalum stovnum, er lagdur í framhaldi av sjálvum sáttmálanum, skrivar kaf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder