Innanlands

Nýggj serstøk maskina til FabLab í Vági

Feltloom er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Tað serliga við maskinuni er, at hon kann vevja trevjur saman

2024-03-05 17:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FabLab í Vági hevur júst bílagt eina heilt serliga maskinu, ið nevnist Feltloom. Maskinan kemur frá Kentucky í USA og er tann fyrsta og einasta í Føroyum.

Í klædnaídnaðinum hugsa fólk ofta um veving, sum tann mest brúkti mátin til at framleiða toy og klæðir.

Tað sum er serligt við Feltloom maskinuni er, at hon kann vevja trevjur (fibur) saman. Slíkar maskinur verða eisini nýttar til aðra ídnaðarframleiðslu, eitt nú sum Build-teck (bjálving) fiberdúk til vakstrarhús og til bilídnaðin sum verja.

Afturat tí mest eyðsýnda ídnaðinum, sum er klædnaídnaðurin (cloth-tech), kann maskinan eisini nýtast til home-tech, sum er framleiðsla til heimið, t.d. pútur, list o.t. Feltloom maskinan verður eisini brúkt í heilsuídnaðinum (medi-tech) til framleiðslu av eitt nú sterilum plástrum og filturum til koronamaskur.

Feltloomurin er serliga vælegnaður til endurnýtslu við tað, at hann kann endurnýta avlop og restir frá klædnaídnaðinum. Bæði tjúkt bummullarklæði (cowboytoy), ull og annað toy verður vavt saman til nýtt tilfar. Hetta kann so endurnýtast til at seyma taskur, pútur og ymiskt annað.

Alt í alt er hetta ein maskina við óteljandi møguleikum. Hon er sera einføld og løtt at brúka og er vælegnað bæði til privata og vinnuliga nýtslu. Lýst verður, tá Feltloom maskinan er klár at brúka í FabLab.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder