
Klaksvíkar kommuna hevur seinastu tíðina sett nýggj skelti upp
Skeltini eru sett upp eftir tilmæli frá Gøtunavnanevndini, og vísa tey á gomul staðarnøvn í Klaksvík. Ætlanin er, at halda fram við arbeiðinum og at seta fleiri staðanavnaskeltir upp í allari kommununi.
Ein av orsøkunum til, at farið varð undir hetta arbeiðið var, at Gøtunavnanevndin metti, at tað var ein vanda fyri, at staðarnøvn í kommununi við tíðini kunnu verða gloymd ella nýtt skeivt. Tí var farið undir at skelta staðarnøvn, hóast siðvenja ikki hevur verið fyri hesum áður.
Tey skelti, sum eru sett upp, eru hesi:
• Klaksvíkstrøð
• Býarlundin
• á Bakkanum
• Grønhøvdi
• Kirkjugarðurin úti í Grøv
• Gamli Kirkjugarður
• við Smyrilsrætt
Í næstum verða skelti sett upp á hesum støðum: Fagravík, Kirkjugarðurin á Ziskatrøð og við Strandasand.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald