Innanlands

Nýggj starvsfólk í tekniska toyminum hjá Nes kommunu

Skipað varð fyri móttøku í sambandi við, at Atli Joensen og Høgni Petersen byrjaðu í starvinum í morgun

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2022-02-07 13:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í januar søkti Nes kommuna eftir arbeiðsfólki/handverkarum at starvast í Tekniska toyminum hjá Nes kommunu.

Inn komu fýra væl skikkaðar umsóknir. Á bygdaráðsfundi seinasta mánakvøld varð samtykt, eftir tilmæli frá setanarbólkinum, at seta Atla Joensen og Høgna Petersern í starv sum handverkarar í Tekniska toyminum hjá Nes kommunu.

Teir byrjaðu í starvinum í morgun. Í hesum sambandi skipaði kommunan fyri eini lítlari móttøku, har borgarstjórin, tekniski leiðarin og arbeiðsformaðurin bjóðaðu nýggju monnunum vælkomnum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder