Undir yvirskriftini “At tora meira framburð – ein samgonga fyri frælsi, rættvísi og burðardygd” hava tríggir týskir flokkar júst kunngjørt eina stjórnaravtalu, sum ger sosialdemokratin Olaf Scholz til nýggja kanslara Týsklands.
177 síður langa stjórnaravtalan stingur út í korti kósina fyri, hvussu teir tríggir flokkarnir, sosialdemokratarnir, umhvørvisflokkurin Tey Grønu og liberali FDP-flokkurin, kunnu nýmótansgera Týskland.
Flokkarnir vilja eitt nú seta ferð á stríðið fyri veðurlagnum, við at seta sum mál, at í 2030 skal 80 prosnent av streymframleiðsluni vera grøn, og at framleiðsla við koli skal støðgast so líðandi.
Tey vilja eisini gera stórar íløgur í talgilding av almennu umsitingini, so gevast kann við at brúka faksmaskinur í heilsuverkinum.
Stjórnaravtalan leggur eisini upp til, at lógliggera kannabis, so at vaksin sleppa at keypa hassj til gamans í handlum við serligum loyvi, við at lækka valaldurin úr 18 niður í 16 ár og skifta umstríddu kontanthjálparkipanina, Hartz IV, út við eina nýggja borgaraveiting.
Longu næsta ár skal lógarbundna minstalønin hækkast úr 9,6 upp í 12 evrur um tíman – hetta fer at geva umleið 10 milliónum týskarum eina lønarhækking.
Stjórnaravtalan skal nú góðkennast í teimum einstøku flokkunum, áðrenn Olaf Scholz eftir ætlan um einar tvær vikur, kann veljast til nýggjan kanslara, skrivar dr.dk.
Olaf Scholz, formaðurin fyri sosialdemokratarnar, verður væntandi valdur til kanslara um nakrar vikur (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald