23. og 24. september verður møguleiki at hoyra Føroya Symfoniorkestur spæla eina nýggja útseting av tónaverkinum Norska Løva eftir William Heinesen.
William Heinesen skrivaði upprunaliga verkið fyri klaver í 1963. Tað er Bjarni Restorff, sum nú hevur útsett tónarnar til symfoniorkestur.
Bjarni Restorff hevur greitt frá, at hann altíð hevur hildið, at verkið vildi verið sera væl egnað sum størri orkesturverk, tí tá er møguleiki fyri fleiri klangvariantum.
Í 2008 fekk Føroya Symfoniorkestur nýggju útsetingina av verkinum frá Bjarna, og í 2021 kom Norska Løva út sum bók við partituri og stemmum.
Bjarni Restorff er føddur í 1955, og starvast sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla. Eisini hevur hann staðið á odda fyri Tórshavnar Manskóri í mong ár. Bjarni hevur eisini skrivað tónleik til blandað kór og manskór.
Í samband við konsertirnar fer Magnus Rasmussen at greiða frá søguna um Norsku Løvu, ið fórst í Lambavík í 1707.
Konsertirnar verða 23. september í Norðurlandahúsinum og 24. september í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald