Innanlands

Nýggj tænasta til eldri borgarar í Vágs kommunu

Nú verður møguleiki hjá eldri borgarum at søkja um hjálp til reingering

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2021-12-02 08:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2022 sett pening av til at skipa eina nýggja tænastu til borgarar í kommununi, sum eru 67 ár og eldri.

Síðani fyrst í januar mánað hevur umsitingin hjá Vágs Kommunu, saman við sosialu- og heilsunevndini, arbeitt miðvíst við, at fáa í lag, hvussu eitt vaski- og reingerðartilboð kann skipast og bjóðast út til borgarar, sum eru 67 ár og eldri, og til vinnurekandi, sum kunnu røkja uppgávuna fyri Vágs Kommunu.

Hetta er ein liður í, at styrkja og betra umstøðurnar hjá eldir borgarum í kommununi. Hetta er eisini eitt av aðalmálunum hjá sitandi samgongu, og vónandi hevur hetta við sær, at fleiri eldri borgarar koma at klára seg longri í egnum heimi, sigur Magnus Mørk Hjelm, formaður í sosialu- og heilsunevndini

Sum formaður í sosialu- og heilsunevndini setti hann sær fyri, at Vágs kommuna í framtíðini skal menna nýggj tilboð til einstaka borgaran. Hesi tilboð eru serliga ætla til borgarar, sum tørva hjálp til ymisk í gerandisdegnum. Hesir borgarar kunnu gleða seg til, at enn fleiri tilboð leggjast til komandi árini. Tí umframt áðurnevnda tilboð, so arbeiðir Vágs kommuna víðari við, at menna nýggj tilboð.

Vaski- og reingerðartilboðið
Frá komandi ár verður tað møguligt fyri fólkapensjonistar í Vágs kommunu, og sum frammanundan ikki fáa veittar tænastur frá Bú- og heimatænastuni í Suðuroy, at søkja um hjálp til reingerðing.

Tænastan verður skipað soleiðis, at umsøkjarin rindar ein part og kommunan rindar ein part.

Ætlanin er, at reingerðin í høvuðsheitum kemur at fevna um viðlíkahaldsreingerðing, tvs. at høvuðsreingerðing verður ikki partur av tænastuni.

Ítøkiliga hvussu ofta og hvat kostnaður verður, er ikki greitt enn, meira verður at frætta um tað seinni. Vágs kommuna fer at bjóða hetta arbeiðið út í millum reingerðarfyritøkur í Vági.

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder