Innanlands

Nýggj tekja løgd á Christianskirkjuna: Full ferð á arbeiðinum

Seinni í hesum mánaðinum verða dúkar og net inni í kirkjuni tikin burtur, og um hálvan november er væntandi øll tann nýggja skifertekjan løgd á.

(Mynd: Christianskirkjan)

(Mynd: Christianskirkjan)

2026-09-03 20:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at skifta tekjuna á Christianskirkjuni gongur sum heild væl.

Ymiskar avbjóðingar hava verið, sum hava seinkað arbeiðnum nakað í byrjanini, men hetta er nú loyst, og full ferð er á arbeiðinum. Arbeiðstakarin hevur 15 mans til arbeiðis í løtuni, sigur Christianskirkjan.

Gamla tekjan er tikin av, og skaðar av lekum eru/verða bøttir. Í løtuni verður tróðrað. Undirtaksdúkur verður lagdur á bjálvaða økið, og væntanin er, at alt tróðrið er komið á í hesi vikuni. Arbeiðið við takdúkinum gongur eisini væl, og byrjað er at festa trekklistar.

Tað er nakað kaldari og meira óljóð inni í kirkjuni nú enn vanligt, men tá ið restin av tróðrinum er komin á síðst í vikuni, verður hetta væntandi ikki longur ein trupulleiki.

Hóast kirkjan er eitt byggipláss, halda gudstænastur og kirkjuligar handlingar, tað eru dópar, vígslur og jarðarferðir, fram sum vanligt. Tað sama er við konfirmantafyrireiking.

- Fyri at geva takarbeiðnum best møguligu umstøður, hevur kirkjuráðið tó gjørt av at bíða við nøkrum tiltøkum, sum vanliga fara í gongd aftur um hesa tíðina, so sum skrúvugudstænastur, hugnaløtur og morgunsangur. Vøggusangurin heldur tó til í KFUM&K, meðan takarbeiðið fer fram. Kirkjan hevur verið stongd fyri ferðafólki í alt ár.

Seinni í september verður farið í holt við at taka dúkar og net burtur inni í kirkjuni, sum hava vart altartalvur, urgu og kirkjurúmið annars. Um hálvan november verður væntað, at øll tann nýggja skifertekjan er løgd á, so at teir kunnu fara í gongd við at taka stóra byggipallin niður og rigga av. Eitt sindur inn í desembermánað verður væntað, at arbeiðið kann avhendast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder