2019-12-13 11:30
Hesa vikuna hava føroyskir myndugleikar sýnað og endaliga góðkendt eina nýggja trýst- og viðgerðarskipan. Hesum boðar Faroedive frá í kunningarskrivi.
Slíkar skipanir verða brúktar sum ein trygd hjá vinnukavarum m.a. tá kavað verður djúpari enn 30 metrar ella í samband við trýstlætting.
- Umframt at verða brúktar innan kavaravinnuna, hava heilsuverk í grannalondum okkara eisini fingið eyguni á slíkar trýstskipanir, í samband við at veita HBO-viðgerðir.
Heilsuverk kunnu sambært kanningum nevniliga spara áleið 1/5 av útreiðslunum í samband við sárviðgerð, við at brúka slíkar skipanir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald