Innanlands

Nýggj umhvørvisgóðkenning hjá Varðanum Pelagic til hoyringar

Í sambandi við, at Varðin Pelagic ætlar at útbyggja virksemið á uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri hevur Umhvørvisstovan tikið avgerð um, at virksemið skal hava nýggja umhvørvisgóðkenning, sum fevnir um alt virksemið, og Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt uppskot til umhvørvgóðkenning, sum nú skal til hoyringar. Avgerð er tikin um at víðka hoyringina, so grannar hjá virkinum eisini kunnu koma við viðmerkingum

(Mynd: us.fo)

(Mynd: us.fo)

2024-09-13 16:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at Varðin Pelagic ætlar at útbyggja virksemið á uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri til eisini at framleiða fiskamjøl, lýsi og súrløgu, hevur Umhvørvisstovan tikið avgerð um, at virksemið skal hava nýggja umhvørvisgóðkenning, sum fevnir um alt virksemið hjá Varðanum Pelagic á havnarlagnum á Tvøroyri.

Varðin Pelagic hevur sent Umhvørvisstovuni umsókn um nýggja umhvørvisgóðkenning saman við viðkomandi tilfari um verandi og ætlaða virksemið á Tvøroyri. Við støði í hesum upplýsingum hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt uppskot til umhvørvisgóðkenning, sum nú skal til hoyringar.

Í uppskotinum vera ymiskar treytir settar til virksemið, m.a. til spillluft, spillvatn, óljóð, ristingar, ljós, burturkast, goymslur, tilbúgving, innaneftirlit og kanningar.

Áðrenn endalig avgerð verður tikin, skal uppskot um umhvørvisgóðkenning til hoyringar hjá viðkomandi pørtum, og í hesum føri hevur Umhvørvisstovan gjørt av at víðka hoyringina, so at grannar hjá virkinum eisini kunnu koma við viðmerkingum, skrivar Umhvørvisstovan.

Hetta verður gjørt fyri at upplýsa málið so væl sum gjørligt, áðrenn endalig avgerð verður tikin um umhvørvisgóðkenningina. Fyri at røkka flestu grannunum verður uppskot til umhvørvisgóðkenning lýst alment á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Innkomnu viðmerkingarnar verða partur av viðgerðini, áðrenn endalig avgerð um umhvørvisgóðkenning verður tikin.

Freistin at koma við viðmerkingum er fríggjadagin 4. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder