Nýggj ungdómsskaldsøga á veg

29-ára gamli viðoyingurin Danial Viðoy hevur skrivað "Tvístøðu", ið Ungu Føroyar geva út í november. Skaldsøgan verður lýst sum ein, sum er lívliga skrivað, og sum er full av skemti og álvara, gleði og sorg

Dánial Viðoy (Mynd: Ungu Føroyar)

Dánial Viðoy (Mynd: Ungu Føroyar)

2020-09-24 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í november geva Ungu Føroyar út ungdómsskaldsøguna Tvístøðu, sum er fyrsta bókin hjá Danial Viðoy. Dánial er viðoyingur, og hann er 29-ára gamal.

Um bólkina skriva Ungu Føroyar:

- Skaldsøgan er lívliga skrivað, full av skemti og álvara, gleði og sorg. Høvuðspersónur er Bartal, viðareiðisdrongurin, sum gongur í 3.g á Kambsdali, tá ið søgan byrjar, og er farin til Keypmannahavnar at lesa, tá ið skaldsøgan endar um heystið árið eftir. Bartal livir sítt dreingjalív saman við vinmonnunum á konsertum og stevnum. Gentur eru til at prógva manndómin við og vinna virðing í vinahópinum.

- Men lívið setir Bartali stevnu. Hann kemur í støður, har hann noyðist at taka avgerðir, sum fáa varandi avleiðingar fyri hann og onnur, og sum mynda hann sum persón.

"Kærleikin millum Báru og meg var váttaður, og ræðuleikin við mínum barndómsvini avdúkaður. Tað var ikki fyrr enn nú, at tann rami sannleikin rakti meg. Og hann rakti meg lúkst í hjartað, setti seg sum ein klumpur í hálsin og brast út í tárum"

- Bartal verður liðugur í 3.g og gleðir seg til summarferiuna og tíðina, sum stendur fyri framman. Í summar skal lívið livast til fulnar, og ein nýggj spennandi tíð stendur fyri durum. Men summarið fær eina heilt aðra vend, tá ið fortíðin byrjar at plága hann. Hetta var ikki tað, hann hevði ímyndað sær, tí summarið broytti alt.
 
[object Object]Perman á bókini. Tað er Eydna J. Steinberg av Viðareiði, ið hevur myndaprýtt 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder