Mentan

Nýggj ungdómsskaldsøga hjá Danial Viðoy løgd fram

"Tvístøða", sum snýr seg um Viðareiðisdreingin og miðnámsskúlanæmingin Bartal, varð løgd fram í sambandi við Bókadagar í Norðurlandahúsinum – Í komandi viku verður hon at fáa kring landið

29 ára gamli Danial Viðoy hevur skrivað skaldsøguna

29 ára gamli Danial Viðoy hevur skrivað skaldsøguna "Tvístøða" (Mynd: Ungu Føroyar)

2020-11-21 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Bókadaga í Norðurlandahúsinum, sum enda í morgin, er skaldsøgan "Tvístøða" løgd fram í Skálanum.

Talan er um nýggja skaldsøgu eftir 29 ára gamla Danial Viðoy, sum forlagið Ungu Føroyar gevur út.

"Tvístøða" er fyrsta bókin hjá Daniali Viðoy. Hon snýr seg um Viðareiðisdreingin Bartal, sum, tá ið søgan byrjar, gongur á triðja ári á miðnámi á Kambsdali, og er farin niður til Keypmannahavnar at lesa, tá hon endar.

[object Object]

Ungu Føroyar skrivar m.a. soleiðis um bókina:

– Vinmenninir hava alt at siga, upplivingarnar eru sterkari, tá ið tær eru felags; tá ið teir deila lívsroyndirnar og spegla sær hvør í øðrum. Vinahópurin styrkir samleika sín á konsertum, stevnum og sólarferðum. Men Bartal er á einum vegamóti, hann má finna sína egnu leið. Hann má velja millum tað at síggja til løttu og pínuleysu leiðina og ta tyngru, ið helst er tann, sum kann fáa hann at búnast sum menniskja.

– Framtíðin brosar móti Bartali, hann gleðir seg ósigiliga til at byrja ein nýggjan kapittul eftir lokið studentsprógv, tá lívið tekur hann við sær í einum brotasjógvi og noyðir hann at gera upp við partar av sínum fyrra lívi.

Tað er Eydna J. Steinberg av Viðareiði, sum áður hevur myndprýtt barnabøkur, sum hevur teknað permumyndina til "Tvístøða".

Nýggja skaldsøgan, sum varð løgd fram í Skálanum í Norðurlandahúsinum fyri løtu síðani, verður at fáa í sølubúðum kring landið í komandi viku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder