
Stigtakararnir til nýggju útbúgvingina í misnýtslu eru føroysk fakfólk, og útbúgvingin verður boðin ut í samstarvi við viðurkenda DAC-útbúgvingarstovnin í Danmark, sum veitir misnýtsluútbúgving, sum eisini er viðurkend í Evropa.
DAC-útbúgvingin í Danmark tekur 18 mánaðir, telur 90 ECTS-stig og er eisini SU- góðkend.
DAC-útbúgvingin hoyrir ikki til nakra ávísa “stevnu”, tá tað ræður um viðgerð, men tekur útgangsstøði í heildarumstøðunum hjá einstaklinginum við misbrúki/bundinskapi.
Útbúgvingin gevur m.a. førleikar til at arbeiða við rúsviðgerð, fyribyrging, ráðgeving, mentorvirksemi og gevur somuleiðis tí lesandi førleikar til at menna seg í samstarvi og relasjóns- og motivasjónsarbeiði bæði í privata og almenna geiranum.
DAC-útbúgvingin og undirvísararnir eru sjálvstøðug, og arbeiða óheft av øðrum viðgerðarstovnum og -filosofium. DAC hevur millim annað útbúgvið starvsfólk hjá danska Ríkispolitinum, fakfeløgum, bústovnum og øðrum stovnum og feløgum.
Nú Føroyar hava fingið nýggja lóg um viðgerðarstovnar og nevnt verður, at starvsfólk eiga at hava fakliga útbúgving, halda vit, at stundin er komin til at fara undir eina útbúgving her í Føroyum, ið sum frálíður kann gerast føroysk burturav. Úbúgvingin skal lagast til føroysk viðurskifti og mentanina her, og ætlanin er, at vit so líðandi seta egnar føroyskar undirvísarar við. Vit halda eisini, at DAC-útbúgvingin fer at lyfta fakliga grundvøllin og er tí liður í at nútímansgera rúsviðgerð í Føroyum.
Útbúgvingin verður í fyrsta lagið boðin út í stigum/modulum, sum merkir, at lesandi kunnu velja einstøk modul, sum tey meta seg hava tørv á. Eisini kunnu tey velja at taka øll modulini einkultvís, har innihaldið samsvarar við fullfíggjaðu útbúgvingina í Danmark.
Mál okkara er at skipa eina samanhangandi longri útbúgving, ið kann góðkennast í Føroyum sum partur av okkara útbúgvingarskipan,
Lesið meira um DAC her. Mena Joensen er føroyskt kontaktfólk hjá útbúgvingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald