24. juli gav heimskenda amerikanska poppsangkvinnan, Talyor Swift út nýggju fløguna "Folklore", og eftir eina viku er hon vorðin best seljandi útgávan, sum er komin út í USA í ár.
Sambært Ritzau er útgávan higartil seld í 615.000 talgildum ella fysiskum eintøkum. Sostatt yvirhálar útgávan hjá Taylor Swift "Map of the Soul" hjá K-poppbólkinum BTS, sum er seld í 574.000 eintøkum í USA, síðan hon varð givin út í februar.
Sambært plátufelagnum hjá Taylor Swift, Republic Records, eru fleiri enn tvær mió. eintøk av "Folklore" seld um allan heimin. Sostatt hevur sangkvinnan tryggjað sær eitt fyrsta pláss á amerikanska hitlistanum Billboard 200.
Hetta er sjeyndu ferð, at tann nú 30 ára gamla Taylor Swift hevur eina útgávu sum nummar eitt á Billboard 200. Tær einastu kvinnurnar, sum hava havt fleiri útgávur á fyrstaplássinum eru Barbra Streisand og Madonna, sum hava ligið ovast á hitlistanum ávikavíst 11 og níggju ferðir.
Tað er bretski bólkurin, The Beatles, sum hevur ligið oftast á fyrsta plássinum – 19 ferðir.
"Folklore" er áttanda studioútgávan hjá Taylor Swift. Hon varð tikin upp í loyndum, meðan sangkvinnan var í sóttarhaldi undir koronafarsóttini.
Í fyrstu vikuni varð útgávan longu stroymd fleiri enn 289,9 mió. ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald