Innanlands

Nýggj útstykking á Velbastað

Stórur áhugi er fyri grundstykkjum á Velbastað

2024-02-02 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í november 2023 boðaði Tórshavnar kommuna frá, at fólk kundu tekna seg til lutakast um grundstykki í møguligari útstykking á Velbastað innan 20. desember 2023.

Sagt varð frá, at um áhugin vísti seg at vera nóg stórur, fór verkætlanin at verða løgd fyri nevndir og býráð til góðkenningar, og tilmeldingarfreistin fór at verða longd í 4 vikur. Tá ið avtornaði, vóru tað 8, ið vístu áhuga fyri grundstykkjunum á Velbastað.

Málið var fyri á býráðsfundi 25. januar 2024. Býráðið samtykti, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakaran um útstykkingina.

Tá ið hesar samráðingar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp fyri tilmelding til lutakastið um grundstykkini í 4 vikur afturat. Hetta verður tá lýst alment í tíðindaskrivum og á kommunalu heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder