Stórur eftirspurningur hevur verið eftir veitslu- og samkomuhølum í Havn, og nú hava Rúni Djurhuus og Tóki Skeel umvælt og latið upp stórsligin veitsluhøli í býnum.
Talan er um gomlu høllina á Mykinesgøtu 7, áður kend sum Pállsstova, sum nú ber heitið Martinshøll.
Gamla Pállsstova hevur verið karmur um óteljandi brúdleyp og veitslur. Hølini eru nú dagførd og til reiðar til eitt nýtt ættarlið av veitslum og tiltøkum. Spurdur um hví tey hava valt at lata upp nýggj høli, siga Tóki Skeel og Rúni Djurhuus, eigari.
- Síðani HB-Húsið ikki longur verður nýtt til veitslur og samkomur, hevur tørvurin verið stórur. Martinshøll er sera væl egnað til brúdleyp, føðingardagar og ervi. Hølini liggja beint við kirkjugarðin, og tí er tað eisini sera praktiskt hjá teimum, sum vilja bjóða inn til ervi aftaná eina jarðarferð. Vit kunnu veita eina lætta og kostnaðargóða loysn til tey, sum ynskja høli, mat og servering til eitthvørt tiltak.
Martinshøll er nýumvæld, og snøggu karmarnir eru nú klárir at taka í nýtslu.
- Fyri at gera tað so einfalt sum til ber, hava vit tendrað eina heimasíðu, har tú bíleggur hølini, mat og annað. Nøkur fá klikk, so er tiltakið til reiðar, sigur Tóki at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald