Innanlands

Nýggj veljarakanning: 20 tingsessir til andstøðuflokkarnar

Andstøðuflokkarnir høvdu fingið 20 tingsessir um løgtingsval hevði verið nú, vísir nýggj veljarakanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2022-06-18 08:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Samgongan missir framhaldandi undirtøku. Nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti vísir, at samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin einans hevði savnað 13 tingsessir um val var í dag.

Andstøðan, t.e. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, hevði fingið 20 tingsessir.

Kanningin varð gjørd við at spyrja 500 veljarar týsdagin 14. juni.

Bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ganga fram í mun til seinastu veljarakanningina, sum var í Blaðnum Vikuskifti fyri trimum mánaðum síðani. 

Javnaðarflokkurin stendur at fáa 31,5 prosent og 11 tingsessir, meðan Tjóðveldi stendur at fáa 20,2 prosent og sjey tingsessir, og verður næststørsti flokkur á tingi.

Les meira og síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder