Innanlands

Nýggj veljarakanning: Javnaðurin og sambandið varðveita umboðanina

Fólkatingsval: Javnaðarflokkurin er nógv størsti flokkur í nýggjari veljarakanning. Sambandsflokkurin gongur aftur, men varðveitir umboðanina, sambært veljarakanningini, sum Blaðið Vikuskifti hevur latið gjørt

Edmund Joensen og Sjúrður Skaale

Edmund Joensen og Sjúrður Skaale

2022-08-27 07:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu endurvunnið sessirnar, um fólkatingsval hevði verið nú.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti í vikuni.

Hóast talan er um somu flokkar, sum í løtuni umsita føroysku umboðanina á danatingi, so er talan um rættiliga stórar flytingar í mun til seinasta fólkatingsval 5. juni 2019.

Tí Javnaðarflokkurin hevur stóra framgongd, meðan Sambandsflokkurin hevur stóra afturgongd, men tó ikki so stóra, at tað gongur út yvir umboðanina.

Síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder