Endamálið við greinini er at geva eitt yvirlit yvir núverandi vitan um havfrøðiligu og lívfrøðiligu viðurskiftini í okkara firðum og sundum. Greinin vísir millum annað, at føroyskir firðir eru sermerktir við, at teir eru stuttir, grunnir og tætt knýttir at opna havinum, sum gevur teimum onnur havfrøðilig og lívfrøðilig eyðkenni enn í størru og meira avbyrgdu firðunum í okkara grannalondum.
Arbeitt hevur verið við tilfari frá bæði føroyskum og altjóða vísindaligum útgávum, soleiðis at vitanin, sum higartil hevur verið spjadd í mongum greinum og frágreiðingum, verður savnað á einum stað.
Greinin er í tveimum pørtum, har tann fyrri parturin tekur saman um vitanina um havfrøðiligu og lívfrøðiligu viðurskiftini á firðum, meðan tann seinni parturin er ein roynd at samla eitt yvirlit yvir skrivligt tilfar um firðir og sund. Yvirlitið yvir tilfar er eisini tøkt sum ein BibTex-fíla.
Sí leinkju til BibTex fíluna her.
Hóast stórur dentur er lagdur á at savna viðkomandi tilfar, er sannlíkt, at keldur framvegis mangla. Vónin er tí, at BibTeX-fílan kann virka sum eitt livandi skjal, ið kann verða víðkað og dagført av granskarum og øðrum við áhuga fyri føroyskum firðum og sundum.
Arbeiði er partur av verkætlanini FjordProcess, sum er eitt samstarv millum Havstovuna, Firum og Aarhus Universitet og er fíggja av MARiNAO.
Gunnvør á Norði, granskari á Firm, er høvuðsrithøvundur. Viðhøvundar eru Sissal Vágsheyg Erenbjerg og Erna Lava Olsen frá Firum, Sólvá Jacobsen, Hjálmar Hátún og Eydna í Homrum frá Havstovuni.
Sí fleiri grafar og annað á firum.fo
Firum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald