Lýsingagrein

Nýggja Bridgehúsið í Gundadali reist

Tað var í apríl í fjør, at býráðið samtykti eitt tilmæli frá mentamála- og fíggjarnevndini um heimild at gera avtalu um endurgjald og um staðseting av nýggjum bridgehúsi. Longu nú er tað reist

Tað eru nú nøkur ár síðan, at nevndin fyri Brigdehúsið vendi sær til kommununa viðvíkjandi eini varandi loysn fyri Brigdehúsinum í Gundadali. 
Samskift varð síðan við Bridgehúsfelagið um yvirtøku av bridgehúsinum og endurgjald í tí sambandi, nú torgverkætlanin í Gundadali var farin í gongd. Gamla Bridgehúsið skal takast niður skjótt

Tað eru nú nøkur ár síðan, at nevndin fyri Brigdehúsið vendi sær til kommununa viðvíkjandi eini varandi loysn fyri Brigdehúsinum í Gundadali.  Samskift varð síðan við Bridgehúsfelagið um yvirtøku av bridgehúsinum og endurgjald í tí sambandi, nú torgverkætlanin í Gundadali var farin í gongd. Gamla Bridgehúsið skal takast niður skjótt

2022-06-09 21:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiðið at byggja nýggja Bridgehúsið hevur gingið skjótt og væl. Í dag var reisigildi, sum varð hátíðarhildið í gamla Bridgehúsinum, sum nú syngur seinasta ørindi og verður niðurtikið fyrsta dagin.

Við borðhaldið segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at sjáldan hevði hann upplivað ídnari fólk at fáa nakað frá hondini, eins og at samarbeiðið við Bridgefelagið hevði verið heilt einastandandi.

Tað eru nú nøkur ár síðan, at nevndin fyri Brigdehúsið vendi sær til kommununa viðvíkjandi eini varandi loysn fyri Brigdehúsinum í Gundadali. 

Samskift varð síðan við Bridgehúsfelagið um yvirtøku av bridgehúsinum og endurgjald í tí sambandi, nú torgverkætlanin í Gundadali var farin í gongd.

Heðin Mortensen nevndi, at tað var so seint sum í apríl í fjør, at býráðið samtykti eitt tilmæli frá mentamála- og fíggjarnevndini um heimild at gera avtalu um endurgjald og um staðseting av nýggjum bridgehúsi.

[object Object]

Staðsetingin bleiv so nærum beint yvir av verandi Bridgehúsi. Og longu nú er húsið reist.

Seinasta verkætlanarstigið í Tórsvallarætlanini, sum eisini er partur av kravdum umstøðum til altjóða stadion, er torgið uttanfyri sjálvt stadion. Gamla Bridgehúsið er partur av hesum øki og skal tí takast niður.

Talan er um alt tað stóra økið hinumegin vegin, sum skal liva upp til býarskipanarlig krøv samsvarandi heildarætlanini fyri Gundadal, har hetta økið er høvuðsportalur til Gundadal frá miðbýnum.

Ein kann illa ímynda sær eina betri plasering enn hesa.

Borgarstjórin endaði við at ynskja Bridgefelagnum hjartaliga tillukku og allarbestu eydnu við nýggja Bridgehúsinum.

[object Object]

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder