Innanlands

Nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtslu

Hákun og Petur Zachariasen vóru teir fyrstu at koyra eftir nýggju brúnni

(Mynd: Kjartan Madsen)

(Mynd: Kjartan Madsen)

2024-12-14 18:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtslu á hátíðarløtu í dag. Hákun og Petur Zachariasen vóru teir fyrstu at koyra eftir nýggju brúnni.

Við horntónleiki frá Eiðis Ljómfelag og røðu frá Jógvani Kruse borgarstjóra, varð nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtslu í dag.

Talan er um eina 22 metur langa og 6,5 metur breiða brúgv, ið er staðstoypt á sama staði, har tvær aðar brúgvar hava staðið seinastu øldina. Fysta brúgvin varð bygd í 1920'unum og miðskeiðis í 1950'unum varð onnur brúgv bygd á staðnum. Nú eini 70 ár seinni, er nýggj brúgv bygd um Stórá, sigur Sunda kommuna.

Ferðslan knýtir bygdirnar Hvalvík og Streymnes saman.

Fyrsti bilurin um brúnna var Hákun Zachariasen, ið hevði Petur Zachariasen undir liðini á sær. Síðan gingu øll uppmøttu um brúnna leidd av skótaliðnum Borgini í Hvalvík.

Kjartan Madsen tók myndirnar fyri Sunda kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder