
Á býráðsfundi í dag hevur nýggja býráðið í Vágs kommunu skipað seg.
Longu valkvøldið skipaðu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin seg í samgongu, og tað gjørdist beinanvegin greitt, at nýggjur borgarstjóri fór at taka við á nýggjárinum.
Og tað verður Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum, sum tekur við eftir Dennis Holm.
Erhard Joensen verður varaborgarstjóri.
Nevndirnar verða mannaðar soleiðis:
Fíggjarnevndin:
Bjarni Johansen, formaður (tiltakslimur Magnus M. Hjelm)
Erhard Joensen, næstformaður (tiltakslimur Marin H. Gaardlykke)
Dennis Holm, nevndarlimur (tiltakslimur Eyðbritt Krosslá)
Tekniska- og umhvørvisnevndin nevnd:
Erhard Joensen, formaður (tiltakslimur Marin H. Gaardlykke)
Levi Mørk, næstformaður (tiltakslimur Magnus M. Hjelm)
Bárður G. Nielsen, nevndarlimur (tiltakslimur Eyðbritt Krosslá)
Sosiala nevnd:
Magnus M. Hjelm, formaður (tiltakslimur Marin H. Gaardlykke)
Levi Mørk, næstformaður (tiltakslimur Magnus M. Hjelm)
Jónleyg Eyðunsson, nevndarlimur (tiltakslimur Dennis Holm)
Havna- og vinnunevndin:
Marin H. Gaardlykke, forkvinna (tiltakslimur Erhard Joensen)
Magnus M. Hjelm, næstformaður (tiltakslimur Levi Mørk)
Dennis Holm, nevndarlimur (tiltakslimur Bárður G. Nielsen)
Mentanamálanevndin:
Levi Mørk, formaður (tiltakslimur Magnus M. Hjelm)
Marin H. Gaardlykke, næstforkvinna (tiltakslimur Erhard Joensen)
Eyðbritt Krosslá, nevndarlimur (tiltakslimur Jónleyg Eyðunsson)
Ungdómsnevnd:
Levi Mørk, formaður (tiltakslimur Magnus M. Hjelm)
Marin H. Gaardlykke, næstforkvinna (tiltakslimur Erhard Joensen)
Eyðbritt Krosslá, nevndarlimur (tiltakslimur Jónleyg Eyðunsson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald