Innanlands

Nýggja farmaskipið Skipanes handað Smyril Line 

Skipanes fer nú undir ferðina heim úr Kina.

(Mynd: Smyril Line)

(Mynd: Smyril Line)

2026-08-25 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Smyril Line hevur í dag fingið handað farmaskipið Skipanes frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina. 

Skipanes er fyrra av tveimum nýggjum ro-ro farmaskipum, sum Smyril Line hevur latið byggja. Skipini eru partur av eini størri íløgu í at endurnýggja og framtíðartryggja flotan, skrivar Smyril Line í tíðindaskrivi.  

- Vit eru sera fegin um, at Skipanes nú er vorðið partur av flotanum hjá Smyril Line. Skipið fer at styrkja okkara flutningstænastur í Norðuratlantshavi og er samstundis ein týðandi varði í menningini av felagnum og flotanum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.  

Skipanes fer nú undir ferðina heim úr Kina. Nærri kunning, nær skipið kemur til Føroya og fer í sigling, kemur seinni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder