Í gjár lendi stoltleikin hjá Air Greenland, flogfarið Tuukkaq, í Kangerlussuaq á jomfrúferð síni.
Talan er um størstu íløguna hjá grønlendska tjóðarfelagnum nakrantíð. Flogfarið hevur kostað yvir 700 milliónir krónur, skrivar knr.gl.
Jomfrúferðin byrjaði í Toulouse í Fraklandi og klokkan 13 í gjár lendi flogfarið í Kangerlussuaq. Talan er um eitt flogfar av slagnum Airbus 330-800 NEO, og hevur pláss fyri 305 ferðafólkum.
Tuukkaq er nakað størri enn flogfarið Norsaq, sum tað skal avloysa og sum er av slagnum Airbus 330-200.
Tuukkaq verður eftir ætlan sett í fasta rutuflúgving millum Kangerlussuaq og Keypmannahavn 19. desember.
Air Greenland varðveitir gamla flogfarið Norsaq í flotanum í eina tíð, tí tað verður sett inn í ávísum tíðarskeiðum meðan nýggja flogfarið skal gera ymsar royndarflúgvingar. Eisini verður tað tikið úr flúgving í eina tíð, fyri at leggja wifi-net í flogfarið. 1. mars næsta ár er so ætlanin at selja gamla flogfarið, skrivar KNR.
Tuukkaq merkir skutilsoddur. Flogfarið brúkar 14 prosent minni brennievni enn Norsaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald