Innanlands

Nýggja fongslið í Føroyum skal vera liðugt í 2029

Samgonguskjalið hjá nýggju donsku stjórnini leggur stóran dent á arbeiðið í nýggja samstarvsráðnum fyri uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-12-14 15:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var eitt rættiliga umfatandi samgonguskjal, sum teir tríggir flokkarnir í nýggja danska stjórnarsamstarvinum løgdu fram í morgun.

Politiska grundarlagið fyri nýggju donsku stjórnini hevur heitið “Ansvar for Danmark”, og er ein umfatandi bóklingur á 63 síður.

Les stjórnargrundarlagið her

[object Object]
Jakob Ellemann-Jensen, Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundinum í morgun (Mynd: EPA)

Føroyar eru – saman við Grønlandi – nevndar fleiri ferðir. Tað er eitt heilt kapittul í skjalinum, sum umfatar Ríkisfelagsskapin.

Her stendur eitt nú, at stjórnin ætlar at “menna ríkisfelagsskapin... í virðing fyri sjálvstøðuga samleikanum, mentani og málinum hjá hvørjum landi sær”. Har “...vit viðurkenna, at okkara felags søga hevur skapt okkum sum einstaklingar, sum lond og sum felagsskapir – upp á gott og ónt. Har vit í áliti á hvønn annan finna felags loysnir – eisini tá tað er trupult”.

Stjórnin sigur seg vilja taka Føroyar og Grønland við í allar avgerðir, ið hava avleiðingar fyri ríkisskapin. “Leiðreglan hjá stjórnini verður, at onki um Føroyar og Grønland skal samtykkjast uttan um Føroyar og Grønland”.

Samstarvsráðið mennast og útbyggjast

Samstarvsráðið fyri uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk er ein týðandi partur í hesum kapitlinum, og sagt verður at hetta samstarvið skal útbygjast, so at talan verður um ein yvirbygning, har londini dagliga kunna, samskipa og finna loysnir. Ráðharrarnir í samstarvsráðnum skulu fundast javnan, verður sagt.

“Samstarvsráðið setur rammurnar fyri politiska samskiftið, so vit – bygt á somu vitan – fáa møguleika fyri at finna eina felags fatan fyri gongdini í heiminum. Við tí støði kunnu vit kjakast um ítøkilig atlit, sum hvørt land og ríkið samlað skal taka fyri at tryggja áhugamálini hjá øllum londunum”, stendur millum annað at lesa í samstarvsskjalinum hjá nýggju donsku stjórnini, ið er undirskrivað av Mette Frederiksen, forkvinnu fyri danska javnaðarflokkin, Jakob Ellemann-Jensen fyri vinstraflokkin og Lars Løkke Rasmussen fyri moderata flokkin.

Fongsul, kriminalforsorg og løgregla

Av øðrum ætlanum hjá stjórnini, sum beinleiðis hava ávirkan á Føroyar, stendur, at arbeitt verður fyri, at eitt nýtt fongsul í Føroyum kann vera liðugt í 2029, og at onnur átøk viðvíkjandi kriminalforsorgini í Føroyum skulu gerast. Hartil verður nevnt, at ein meting av tørvinum hjá løgregluni í bæði Føroyum og Grønlandi skal gerast.

Eisini verður arbeitt víðari við loysa markaforðingar millum londini, og eitt konkret mál er at bera so í bandi, at tað verður møguleiki hjá føroyingum og grønlendingum í Danmark at fáa farloyvi til at ansa doyggjandi næstringum heima. Sama skal eisini vera galdandi fyri danir í Føroyum og Grønlandi.

Stjórnarsamstarvið varð kunngjørt fyrrapartin í dag. Í morgin verða nøvnini so sett á nýggju donsku ráðharrarnar og -kvinnurnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder