Innanlands

Nýggja kappróðrarneystið í Klaksvík er nú boðið út

Henning Larsen arkitektar hava teknað. Arbeiðið byrjar helst í august, og skal eftir ætlan verða liðugt síðst í mai 2021. 

Nýggjaa kappróðrarneystið fellur inn í miðbýarmyndina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Nýggjaa kappróðrarneystið fellur inn í miðbýarmyndina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-06-11 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skjótt fær Klaksvíkar Róðrarfelag eitt nýtt kappróðrarneyst. Tað verður skamt frá, núverandi høli felagsins eru.

Nýggja kappróðrarneystið er teknað og innrættað í samráð við Klaksvíkar Róðrarfelag, og tað er nú boðið út. Í gjár var kunningarfundur fyri arbeiðstakarum, har Osbjørn Jacobsen umboðandi Henning Larsen arkitektar, greiddi frá verkætlanini.

Klaksvíkar kommuna skrivar, at talan er um verkætlanin, sum hevur verið leingi ávegis, og sum er ment í tøttum samstarvið millum Klaksvíkar býráð, Klaksvíkar Róðrarfelag og Henning Larsen arkitektar, sum eisini hava staðið fyri miðbýðarverkætlanini. 

[object Object]

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Íblásturin til nýggja neystið tekur fyrst og fremst støði í kappróðrinum, men eisini í umhvørvinum, soleiðis at gamla úttrykkið við neystalonum og flagtekju verður varðveitt, men nútíðargjørt. 

 - Nógv umboð frá Klaksvíkar Róðrarfelag hava verið við til at myndað endaliga úrslitið, og tað fegnist eg um, tí eg eri vís í, at hetta verður viðvirkandi til, at ognarkensla gerst enn størri, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu

Arbeiðið byrjar helst í august, og tað skal eftir ætlan verða liðugt síðst í mai 2021 -beint áðrenn næsta kappróðrarár byrjar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder