Í vikuni vórðu fimm persónar í Japan staðfestir smittaðir við nýggju mutatiónini av koronavirus, sum nýliga varð funnin í Stórabretlandi.
Japanski heilsumálaráðharrin upplýsir, at tey fimm fólkini eru farin í sóttarhald, eftir at tey fingu staðfest smittuna, tá tey komu til Japan úr Stórabretlandi millum 18. og 21. desember, tað vil siga áðrenn landið avmarkaði ferðsluna úr Stórabretlandi.
Í løtuni sleppa bert japanskir ríkisborgarar ella útlendskir ríkisborgarar við fastum bústaði í Japan, aftur til landið, og tá skulu tey í sóttarhald í 14 dagar, skrivar Ritzau.
Eisini í Fraklandi er nýggja mutatiónin nú staðfest. Fyrsti tilburðurin av hesum slagnum varð staðfestur fríggjadagin.
Talan er um ein franskan mann, sum 19. desember kom aftur til Fraklands úr London, har hann býr í løtuni. Sambært franska heilsumálaráðnum hevur maðurin, sum nú situr í sóttarhaldi, tað gott.
Dagin eftir, at maðurin kom aftur til Fraklands, stongdi landið fyri ferðafólkum úr Stórabretlandi í 48 tímar orsakað av nýggju mutatiónini.
Nýggja mutatiónin, sum hevur fingið navnið N501Y, kann, sambært serfrøðingum, smitta 70 prosent meira enn vanliga slagið av virusinum. Statens Serum Institut í Danmark vísti tó í vikuni á, at tað í løtuni hvørki bendir á, at fólk gerast meira ella minni sjúk av hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald