
Eyðstein Zachariasen, sum eftir 1. januar verður varaborgarstjóri og formaður í Trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, er ikki blíður um nýggju ferðaætlanina hja bygdaleiðum, sum Strandferðslan hevur gjørt í sambandi við at Eysturoyartunnilin er latin upp
Hann fegnast um nýggja tunnilin, men tað er við einum beiskum bita í munninum, at hann hyggur eftir nýggju leið 450, sum koyrir í Sundalagnum.
- At ymiskar avbjóðingar fóru at verða í økinum orsakað av nýggja tunnilinum er eingin loyna, men at almenna SSL skuldi viðvirka til niðurlagingina hevði eg ikki væntað, skrivar Eyðstein Zachariasen í skrivi, sum hann hevur sent til strandferðslustjóran, samferðsluleiðaran í Strandferðsluni, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum.
Eyðstein Zachariasen (Mynd: Privat)
- Nýggja leiðin er snøgt sagt óbrúkilig. Her koyrir eingin bussur ígjøgnum økið gerandisdagar fyrr enn 4. januar, tá ið skúlarnir byrja aftur. Nýggja leiðin koyrir bara skúladagar, undantikið ein túr leygardag og ein túr sunnudag. Her búgva fólk, sum hvønn dag brúka bussin til arbeiðis, stendur í skrivinum.
Hann heitir á myndugleikarnar um at seta vanligu rutuna inn aftur til 1. februar 2021.
- So kunnu vit seta okkum saman fyrst í komandi árinum og kanna tørvin í økinum. Eftir hetta kunnu tit gera eina ferðaætlan, sum nøktar tørvin hjá fólkinum í Sundalagnum, sigur Eyðstein Zachariasen.
- Vanliga eri eg fyri framburði, men tað er ikki framburður, tá ið tú tekur eina grundleggjandi tænastu frá okkum í Sundalagnum, fyri at betra um tænastuna aðrastaðni, sigur hann.
Les alt skrivið á lesarin.fo her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald